180 minuttir í Allsvenskan, einki stig og einki mál. Hetta er úrtøkan hjá Mikkjali Thomassen higartil í bestu svensku deildini.
AIK tapti fyri átta døgum síðani 2-0 fyri GAIS í Göteborg. Í gjár, ólavsøkudag, tók høvuðsstaðarfelagið móti liðnum, sum liggur nakað omanfyri seg.
Aftur hesaferð vann GAIS. Einsamallið málið kom longu í 3. minutti. Eftir tað sat AIK á tí mesta.
AIK hevði leikliga yvirvág á stóra Strawberry leikvøllinum í Solna, men tað eydnaðist ikki monnunum hjá Mikkjali at fáa nakað ítøkiligt burturúr.
Tað er framvegis tíðliga í tíðini hjá 48-ára gamla føroyinginum, sum hevur nógv flott úrslit at vísa á frá seinastu 18 mánaðunum í Frederikstad. Mikkjal Thomassen tók við hjá AIK fyri tveimum vikum síðani - nú skal skútan hjá svenska stórfelagnum stýrast rætta vegin.
AIK er í løtuni nummar 11 av teimum 16 liðunum í Allsvenskan, og eru fýra stig niður til strikuna. Næsta uppgávan hjá AIK og Mikkjali er botnliðið Västerås á útivølli leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald