
AIK við Mikkjali Thomassen náddu ikki play-off í Conference League.
Tá sá annars so gott út eftir tjúgu minuttir í fyrra dystinum, tá AIK var á odda 2-0. Men Győr minkaði um munin seint í dystinum í Stokkhólmi og vann í kvøld 2-0 í Ungarn.
Tað var 1-0 í steðginum. Tíðliga í 2. hálvleiki fekk liðið hjá Mikkjali brotsspark, men liðformaðurin Anton Saletros misnýtti tað.
Ístaðin var tað heimaliðið, sum skoraði, og Győr fer víðari til seinasta umfari í Conference League-undankappingini.
AIK sleppur hartið ikki at møta Dundee United. Ístaðin skal øll orka leggjast í Allsvenskan. Har er AIK í løtuni á 4. plássi eftir 19 umfør - tólv stig eru upp til 1. plássið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald