Mikkjal og Jóannes vunnu á Meinhardi

Jóannes Bjartalíð spældi sín fyrsta dyst fyri Fredrikstad. Klaksvíkingurin kom á vøllin stutt áðrenn einsamalla málið í dystinum - Fredrikstad er nú á 3. plássi.

Jóannes Bjartalíð var á vøllinum aftur eftir skaðasteðg og fekk frísparkið, ið Frederikstad skoraði uppá (Mynd: Bjarni Enghamar)

Jóannes Bjartalíð var á vøllinum aftur eftir skaðasteðg og fekk frísparkið, ið Frederikstad skoraði uppá (Mynd: Bjarni Enghamar)

2023-04-25 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyingauppgerð var í gjárkvøldið, tá síðsti dystur í 3. umfari í næstbestu norsku deildini var á skránni.

Mjøndalen við Meinhard Egilssyni Olsen á liðnum tók ímóti liðnum hjá Mikkjali Thomassen, sum fyri fyrstu ferð hevði Jóannes Bjartalíð í hópinum. Hann hevur havt skaða í fótinum størsta partin av tíðini í Noregi men er nú komin fyri seg.

[object Object]
Jóannes Bjartalíð og Mikkjal Thomassen fóru í vetur úr KÍ til Frederikstad (Mynd: Bjarni Enghamar) Síðani hevur Jóannes stríðst við skaða 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom Jóannes Bjartalíð á vøllin. Fimm minuttir seinni vann 26-ára gamli føroyski landsliðsspælarin eitt fríspark til vinstru á Mjøndalen-hálvuni. Bólturin kom væl innfyri, og danski miðverjin Mads Nielsen stútaði bóltin í Mjøndalen-málið.

Frammanundan hesum hevði útiliðið havt fleiri risamøguleikar, men vóru teir ikki skarpir, og málverjin hjá Mjøndalen hevði eisini nakrar stórbjargingar (til ber at síggja hæddarpunktini niðanfyri). Mjøndalen hevði ikki so nógv at bjóða uppá. Meinhard Egilsson spældi á høgra bakki, har hann inniímillum hevur spælt sum avloysari. Meinhard spældi allar 90 minuttirnar - hann fekk gult kort í 80. minutti.



Mjøndalen hevur eitt stig fyri tríggjar dystir og er eitt av teimum trimum niðastu liðunum, ið hava eitt stig. Frederiksstad er ósigrað: Liðið hjá Mikkjali Thomassen hevur 7 stig fyri tríggjar dystir og er á 3. plássið í OBOS-liguni.

[object Object]
Meinhard Egilsson hevur altíð verið álopskendur spælari, men Mjøndalen nýtti hann aftur í gjár sum bakk (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder