Fótbóltur

Mikkjal og teir duttu av triðja plássinum við tapi móti botnliði

Ein ringur dagur hjá AIK sum ikki er á evropeiskum plássi, nú fýra umfør eru eftir av Allsvenskan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-05 18:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir eina frálíka byrjan uppá kappingarárið, hevur tað verið meira sveiggj hjá AIK Stockhólm og føroyska venjara felagsins seinastu mánaðirnar.

Liðið misti takið í meistarastríðnum og fór út í 3. umfari í Conference League í ávikavist juli og august. Sìðani vann AIK tríggjar dystir á rað í Allsvenskan, og hevur liðið ligið á evropeiskum plássi alt árið.

Í dag gjørdist tó talan um marudyst hjá Mikkjali Thomassen og hansara monnum. Eftir 26 minuttir stóð 0-3 á máltalvuni á Strawberry Arena í Solna. Värnamo skoraði tríggjar ferðir innan tólv minuttir, og botnproppurin í Allsvenskan fekk trý stig við sær.

Mikkjal Thomassen skifti tvær ferðir út í 1. hálvleiki. Seinni maðurin, sum hann setti inn - Erik Hovden Flataker - skoraði tvær ferðir eftir steðgin, men tað var ikki nóg mikið.

AIK fór triðja dystin á rað av vøllinum uttan at vinna, og liðið sum hevur tíggju stig upp til strikuna.

Eftir tapið er AIK ikki longur á 3. plássi, sum heilt víst gevur atgongd til Conference League. GAIS hevur yvirhálað og er eitt stig frammanfyri, Mikkjal Thomasen og teir eru numar fýra, nú fýra umfør resta í av Allsvenskan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder