Tað gjørdist ikki nøkur føroysk dreymabyrjan í Göteborg, har Mikkjal Thomassen í kvøld hevur staðið á odda í einum dysti í fremstu svensku deildini á fyrsta sinni. Hetta hevur eingin føroyskur venjari gjørt áður.
Heldur skriva svensku miðlarnir um eina "marrubyrjan".
GAIS, ið Meinhard Egilsson Olsen umboðaði eitt hálvt ár, tók ímóti AIK í 15. umfari í Allsvenskan. Undan dystinum var GAIS tvey stig frammanfyri høvuðsstaðarfelagið, ið annars er eitt størri felag.
GAIS hevur staðið seg væl á heimavølli í ár, og tað eydnaðist heimaliðnum at leggja seg á odda fimm minuttir fyri steðgin og at økja tíggju minuttir fyri leiklok.
Menninir hjá Mikkjali høvdu annars bóltin væl meira, og leikliga yvirvágin var hjá AIK, men GAIS var eisini vandamikið, vísti skeprni og vann 2-0.
AIK liggur á 8. plássi í Allsvenskan við 20 stigum fyri 15 umfør. Liðið skal í øllum førum upp á 3. pláss - fimm stig eru upp har til - fyri at hava møguleikan at røkka Evropa næsta ár.
Mikkjal Thomassen varð kunngjørdur í svenska høvuðsstaðnum fyri seks døgum síðani. Síðani hevur hann millum annað skulla lært øll nøvnini at kenna og sett seg inn í "1000 ymiskt ting". Soleiðis sigur 48-ára gamli venjarin, sambært Aftonbladet sum eisini hevur nøkur hæddarpunkt.
- Vit spæla við inntensiteti og hjarta, men samanlagt ikki gott nokk, staðfestir Mikkjal, ið heldur tað vera ov tíðliga at tosa um, hvørt hópurin er nóg góðir til avbjóðingarar restina av árinum.
Næsta uppgávan hjá føroyska venjaranum og liðið hansara er júst GAIS - á stóra Friends Arena (Strawberry Arena) ólavsøkudag. Tað vil siga um júst eina viku.
Dagført og rættað: 20.21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald