Millumumfarið í HM-endaspælinum fer í gongd í kvøld. Fýra dystir eru á skránni, og serliga í bólki I eru talan um uppgerðir, ið kunnu fáa stóran týdning.
Tað byrjar við einum brakið, tá Frakland og Spania hittast í Köln. Seinastu tveir heimsmeistararnir skulu helst stríðast við Týskland og Kroatia um at koma í hálvfinaluna. Frakland hevur eitt stig meir við sær, og hevur nú Nikola Karabatic á liðnum. Lagt er upp til ein tættan og spennandi dyst. Seinni í kvøld skulu íslendingar í eldin ímóti týsku vertunum, og skal Ísland gera sær vónir um at koma víðari, so skal ein sigur til; talan verður tó um sera trupla uppgávu.
Í bólkinum ið verður leiktur í Herning, eru tveir greiðir favorittar. Danir og sviar hava longu fýra stig, og um tað gongur sum væntað í kvøld, so leggja teir trýst á norðmenn ið spæla í morgin. Ungarn sendi tó Danmark út av HM fyri tveimum árum síðani, og vann so seint sum fyri tveimum vikum síðani á ein av størstu HM-favorittunum í venjingardysti. Nú eru tó stig uppá spæl, Danmark spælir frammanfyri einari stórari fjøld av heimaáskoðarum, og Jóhan á Plógv Hansen og hinir vilja byrja millumumfarið væl. Henrik Toft Hansen er sum væntað komin inn í hópin fyri skadda bróður sín
Les eisini: 12 kappast nú um heimsmeistaraheitið
Rene Toft liðugur í endaspælinum
Bólkur I:
Kroatia 4
Týskland 3
Frakland 3
Spania 2
Ísland 0
Brasilia 0
Fyrsta umfar:
17.00: Frakland - Spania (DR1)
19.30: Týskland - Ísland (TV2 Sport, RÚV)
Í morgin: Brasilia - Kroatia
Bólkur II:
Danmark 4
Svøríki 4
Norra 2
Ungarn 1
Egyptaland 1
Tunesia 0
17.00: Tunesia - Svøriki (TV2 Sport)
19.30: Danmark - Ungarn (DR1)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald