Fótbóltur

Minamino til læknakanning í Liverpool

24-ára gamli japanski álopskendi miðvallarin hevur gjørt um seg móti júst Liverpool í Champions League og skiftir allarhelst til Champions League meistaraliðið 1. januar. Keypsprísurin er bert 7,5 millionir pund.

Minamino her í dysti móti Liverpool fyri stórari viku síðani (Mynd: EPA)

Minamino her í dysti móti Liverpool fyri stórari viku síðani (Mynd: EPA)

2019-12-18 14:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir dystin millum Red Bull Salzburg og Liverpool í farnu viku byrjaðu samráðingarnar millum Liverpool, eysturríska felagið og Takumi Minamino. Ítrottarstjórin í Salzburg, Christoph Freund, segði í seinastu viku, at tað var ein heiður, at eitt felag sum Liverpool var áhugað í einum av teirra leikarum.

24-ára gamli Minamino skoraði á Anfield í 4-3 dystinum í heyst, og spældi sera væl tá liðini hittust aftur í seinasta dystinum í bólkaspælinum. Liverpool vann 2-0 og fór víðari, Salzburg skal spæla í Europa League í 2020, og Minamino fær allarhelst Anfield sum heimavøll. Hetta skrivar Sky Sports í dag. 

 

[object Object]Her skorar Minamino á Anfield (Mynd: EPA)


Dugnaligi miðvallarin hevur skorað sjey mál í øllum kappingum í ár. Hann kom úr Japan í 2015. Tá kostaði hann 1 millión pund. Prísurin nú er bert 7,5 milliónir pund, og tað kemst av tí, at ein klasulur er í sáttmálanum, ið ger at Minamino kann fara í samráðingar við eitt felag, um tað bjóðar Salzburg hendan prísin. Tað hevur Liverpool nú gjørt, og í dag er japanski leikarin til læknakanning í Liverpool, har ein sáttmáli væntandi skjótt verður undirskrivaður.

Liverpool spælir klokkan 17.30 móti meksikanska Monterrey í HM fyri lið. Tann dysturin verður leiktur í Katar. Takumi Minamino verður allarhelst alment Liverpool-leikari 1. januar. 

Kelda: SkySports

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder