Fótbóltur

Minst eitt lið flytur upp í Betrideildina og møguligur upp- og niðurflytingardystur

Starvsnevndin hjá FSF hevur samtykt, at fremsta liðið í 1. deild, ið ikki hevur umboðan í bestu deildini, flytur upp.

Í fjør endaði ÍF aftast í Betrideildini við bert seks stigum. Liðið fór tó ikki niður, tí einki felag ið hevur sítt besta lið í 1. deild endaði í topp-trý har (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í fjør endaði ÍF aftast í Betrideildini við bert seks stigum. Liðið fór tó ikki niður, tí einki felag ið hevur sítt besta lið í 1. deild endaði í topp-trý har (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-10 12:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør var eingin upp- og niðurflyting millum Betrideildina og 1. deild. Orsøkin var, at bert 2. lið hjá feløgunum endaðu í topp-trý í 1. deild.

Nú er kravið um at endað í topp-trý ikki longur har. Hetta hevur Starvsnevndin hjá FSF avgjørt áðrenn vikuskifti.

Bolt.fo skrivar, at starvsnenvndin á aðalfundinum í seinasta mánaði fekk heimild til at gera broytingar í kappingarreglunum í samráð við feløgini, og at tað nú eru gjørdar stórar broytingar á økinum um upp- og niðurflyting: 

Brotingin í grein 7 um upp-og niðurflyting

Grein 7.

Stk. 1. Tey lið, sum aftan á kappingarárslok eru nr. 9 og 10 í Meistaradeildini, flyta niður í 1. deild.

Fremsta liðið í 1. deild, har felagið frammanundan ikki er umboðað í Meistaradeildini, verður at flyta upp í Meistaradeildina.

Næsta liðið í 1. deild, har felagið frammanundan ikki er umboðað í Meistaradeildini, verður at flyta upp í Meistaradeildina treytað av, at liðið verður nr. 2 ella nr. 3 í 1. deild. Endar liðið nr. 4 til nr. 8 í 1. deild verður dystur um uppflyting móti nr. 9 í Meistaradeildini leiktur. Endar liðið nr. 9 ella nr. 10 í 1. deild verður bert eitt lið at flyta upp í Meistaradeildina.

Kappingarnevndin ásetur nærri, hvussu møguligur dystur um uppflyting verður leiktur.

Kappingarreglur FSF s, samtykt av Starvsnevndini 6. mars. 2020

Hetta vil siga, at tað er nóg mikið at enda fremst av teimum fýra feløgunum, ið hava sítt besta lið í næstbestu deildini. Tað eru B68, 07 Vestur, B71 og FC Hoyvík. Minst eitt av hesum fer at flyta upp í ár, hóast tað ikki eydnast at enda millum trý tey fremstu. Harvið er nú greitt, at tað verður minst ein uppflytari og ein niðurflytari í 2020.

Sum áður er tað galdandi, at enda tvey av hesum liðunum í topp-trý í 1. deild avloysa tey nummar 9 og 10 í Betrideildini næsta ár. Um liðið ið endar næstovast av hesum fýra nevndu liðunum, fær eina endaplasering millum 4 og 8, fær tað møguleikan at spæla um uppflyting ímóti nummar 9 í Betrideildini. 

Eingin upp- og niðurflytignardystur hevur verið síðani 2005.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder