Annað

Mjølnir fekk góða upptakt til steypafinaluna

Klaksvíkingar vunnu 3-2 í spennandi útidystinum í Høllini á Hálsi í gjár. Har skal Mjølnir spæla aftur leygardagin.

2021-02-24 16:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lagið er gott í Mjølnir-leguni, nú steypafinalan av álvara nærkast. Í gjár vann liðið 3-2 á Fleyr í seinasta dystinum undan brakinum móti ÍF - sum verður í somu høll, sum dysturin í gjár varð leiktur.

Liðini skiftust um at vinna hvør síni tvey sett. Fimta og avgerðandi settið vann Mjølnir 15-8.

Hjá Mjølni vórðu kortini blandaði eitt sindur ígjøgnum dystin, og 16-ára gamli Kári Lindberg Müller fekk sínar fyrstu bóltar á besta mansliðnum hjá Mjølnir, og hann stóð seg væl.
 
Mjølnir eru á odda í Meistaradeildini hjá monnum og hevur longu vunnið sær pláss í FM-finalunum, ið verða fyrst í apríl.
 
Steypafinalan verður leikt leygardagin og tá tekur Mjølnir ímóti ÍF í høllini á Hálsi. 
 
Fleyr 2-3 Mjølnir
Settúrslit: 29-31, 25-23, 11-25, 25-17 og 8-15




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder