Í løtuni er liðið í gongd við fyrireikingarnar til venjingardystin móti Estlandi á Tórsvølli mánadagin 9. mars, umframt EM-undankappingardystirnar sum eru á skránni seinni í ár.
Les eisini: Spæla venjingardyst móti Estlandi á Tórsvølli í mars
John Petersen hevur havt nakrar venjingar við einum bruttohópi, og í kvøld klokkan 18 er venjing á skránni í Norðragøtu
Í hesum sambandi bjóðar Fótbóltssamband Føroya øllum børnum at venja saman við kvinnulandsliðnum. Fyrsta tíman er møguleiki at fylgja venjingini frá síðulinjuni, men frá klokkan 19:00 sleppa børnini at verða partur av venjingini hjá landsliðnum, skrivar FSF á heimasíðu sínari.
Skipað verður fyri ymiskum fótbóltsspølum, og aftaná skriva landsliðsspælararnir autografar og FSF bjóðar øllum sunkist.
Fyrsti EM-undankappingardystur hjá kvinnulandsliðnum í ár verður tann 10. apríl, á útivølli ímóti Wales. Føroysku kvinnurnar spæla ein venjingardyst og fimm EM-undankappingardystir í 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald