Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum skal í hesum árinum spæla fimm EM-undankappingardystir. Tann fyrsti av teimum er í Wales 10. apríl.
Ein mánað áðrenn tann dystin verður venjingardystur á Tórsvølli, og tað er Estland, sum vitjar. Hesum boðar Fótbóltssambandið frá í dag.
Heimasíðan hjá FSF skrivar, at John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið ein bruttohóp við 25 spælarum, sum í fyrstu atløgu skal fyrireika seg til dystin móti Estlandi. Endaligi hópurin verður úttikin tann 17. februar. Í fyrstu atløgu er bara talan um spælarar, sum spæla í heimligu kappingini.
Eftir ætlan verða seks venjingar á skránni komandi mánaðin.
Bruttohópurin
Heidi Sevdal, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Jónvá Hentze, HB
Rebekka Benbakoura, HB
Sara S. Lamhauge, HB
Nadja Johannesen, HB
Eyðgerð Mikkelsen, HB
Julia Helena Henriksen, HB
Elin Maria Isaksen, HB
Eyðvør Klakstein, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Rannvá B. Andreassen, KÍ
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Vík/B68
Annika R. Christiansen, ÍF/Vík/B68
Jacoba Langgaard, ÍF/Vík/B68
Marta Thomsen, ÍF/Vík/B68
Hjørdis Nesá, ÍF/Vík/B68
Ansy S. Jacobsen, EBS/Skála
Kára Djurhuus, EBS/Skála
Sarita Mittfoss, B36
Olga Kristina Hansen, B36
Jóna Nicolajsen, B36
Marjun Danielsen, B36
Hanna Jacobsen, B36
(FSF hevur sett navnið á felagnum, ið leikarin seinst hevur umboðað=
Skráin fyri 2020 er hendan:
9. mars Føroyar – Estland (venjingardystur)
10. apríl Wales – Føroyar (EM 2021)
5. juni Norra – Føroyar (EM 2021)
9. juni Norðurírland – Føroyar (EM 2021)
18. september Føroyar – Norðurírland (EM 2021)
22. september Føroyar – Hvítarussland (EM 2021)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald