Í norska fótbóltsfelagnum fegnast tey um, at tað dag eydnaðist Ole Gunnar Solskjær at fáa fastan sáttmála sum venjari í Manchester United.
Tá United sendi boð eftir Solskjær, var hann venjari í Molde FK, og avtalan var, at United skuldi ”læna” Solskjær til hetta kappingarárið var av.
Síðan hevur Erling Moe verið settur venjari í Molde, og alt bendir á, at eisini hann fær tilboð um fastan sáttmála, og harvið er venjaraspurningurin í Molde komin upp á pláss.
Stjórin í Molde, Øystein Neerland, váttar fyri nrk.no, at Molde FK fær endurgjald – eina kompensasjón – fyri at Ole Gunnar Solskjær, nú endaliga gevst í felagnum, men hann vil ikki siga upphæddina.
Nrk skrivar frá vælvitandi keldum í Onglandi, at talan verður um áleið 7 milliónir pund, ella góðar 60 milliónir krónur.
Ole Gunnar Solskjær spældi við Molde áðrenn hann í 1996 fór til Manchester United at spæla. Hann hevði sáttmála við enska stórfelagið til 2007 og skjeyt 91 mál í 235 dystum.
Eitt skifti eftir hetta var Solskjær knýttur at United sum ungdómsvenjari innan hann í 2011 fór til Molde at vera venjari.
Við ársbyrjan í 2014 vóru boð eftir honum – Solskjær varð biðin um at koma til Wales at venja Premier League felagið Cardiff City. Men tað eydnaðist ikki norðmanninum at bjarga felagnum undan niðurflyting. Eftir eina laka byrjan í næstbestu deildini, fekk Solskjær durafjórðingin.
Árið eftir kom hann so aftur til Molde at vera venjari eftir at Tor Ole Skullerud, sum loysti Solskjær av, fekk sekkin. Tað var annars eydnast Skullerud at vinna greipuna saman við Molde í 2014. Tað hevur ikki eydnast Solskjær at gerast meistarar aftur, men bæði í fjør og fyrraárið endaði Molde á øðrum plássi í bestu deildini.
Kappingin í bestu deildini í Noregi byrjar aftur nú um vikuskiftið, og Molde skal spæla á útivølli móti Sarpsborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald