EB/Streymur og Mórits Heini Mortensen hava gjørt avtalu fyri kappingarárið 2025. Hesum boðaði EB/Streymur frá á heimasíðu sínari í gjárkvøldið
- 25 ára gamli Mórits Heini hevur higartil í yrkisleiðini bert umboðað barndómsfelagið NSÍ. Har er tað blivið til 98 dystir og 6 mál í Betri deildini, 7 dystir og 1 mál í kappingini um Løgmanssteypið, umframt 5 dystir í Evropa. Harafturat hevur hann 139 dystir og 19 mál í 1. deild. Nú hevur hann so valt at taka av nýggjari avbjóðing í EB/Streymi, sum hann gleðir seg til.
Mórits Heini kemur úr NSÍ, sum hann altíð hevur spælt fyri. Miðvallarin sigur sjálvur soleiðis við heimasíðuna hjá EB/Streymi:
- Hetta er ein nýggj og spennandi avbjóðing fyri meg. Eg gleði meg sera nógv til komandi kappingarár og at spæla frammanfyri EB/Streyma áskoðaranum
Í EB/Streymi fegnast tey um tilgongdina av Mórits Heina.
- Hetta er ein spennandi og royndur leikari í góðum aldri við stórum potentiali, sum vit trúgva kemur geva liðnum nógv” sigur Sigfríður Clementsen, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi
Norðmaðurin Mathias Blårud er burtur av EB/Streyms-miðvøllinum, og sum bolt.fo skrivar, venja Emil Weihe Joensen og Filip Djordjevic við B36 í løtuni. Tískil kemur tilgongdin úr Runavík væl við - Óli Eyðsteinsson Poulsen heldur eisini fram í EB/Streymi.
Hagtøl: Faroesoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald