Mótstøðan var alt ov hørð til at teir báðir føroysku triatletarnir kundu gera seg galdandi í stóri triathlon-kappingini, sum varð hildin á og framvið strondini Rocqaine Bay vestast á Gurnsey í dag.
Føroysku luttakararnir vóru 28 ára gomlu fuglfirðingarnir, vinnmenninir og arbeiðsfelagarnir Magni Jóhansson Hansen og Bergtór Thorsteinsson Thomsen.
Undan kappingini vóru vónirnar sjálvandi at klára eitt gott úrslit, men tað vísti skjótt, at mótstøðan var hørð.
Eftir at teir 45 luttakararnir høvdu svomið 1500 metrar í fjálga sjónum í Rocqaine Bay, vóru føroyingarnir nummar 27 og 30 – Bergtór framman fyri Magna.
Longu í fyrstu rundu hevði Magni tó lagt seg fram um felagan. Eftir at hava súkklað 40 kilometrar og runnið 10, kom Magni á mál sum nummar 21 og Bergtór sum nummar 28.
41 fullførdu.
Joshua Lewis úr Guernsey gjørdist tryggur vinnari í tíðini 1 tíma og 52:42 minuttir framman fyri Oliver Turner úr Jersey og Will Draper úr Manoy.
Magni Jóhansson Hansen kom á mál í tíðini 2 tímar og 20:45 minuttir og Bergtór Tórsteinsson Thomsen í tíðini 2 tímar og 28:17 minuttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald