Fótbóltur

Mourinho vann fyrsta dyst sum Spurs-venjari

Tottenham vann 3-2 á West Ham í fyrsta Premier League dystinum í dag.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-11-23 15:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggi portugisiski venjarin hjá Tottenham Hotspurs kundi í dag fegnast um sigur í fyrsta dystinum á odda fyri nýggja liði sínum.

Tottenham var á útivølli í grannauppgerðini móti West Ham United om kom á odda 3-0 tíðliga í øðrum hálvleiki við málum sum Heung-Min Son, Lucas Moura og Harry Kane skoraðu.

Men West Ham megnaði at koma afturíaftur, skoraðu tvær ferðir, so dysturin endaði 3-2.

- Eg var sera nøgdur í ein tíma. Vit spældu væl og gjørdu tað, vit høvdu tosa um. Mest týdning fyri okkum hevði tað at vinna dystin, ikki hvussu vit vunnu, segði Mourinho eftir dystin.

Við sigrinum kom Tottenham upp á sættaplássið í Premier League áðrenn , men verður neyvan liggjandi har tá teir seks dystirnir, sum byrjaðu klokkan 15 eru av.

Les eisini: Pochettino fingið sekkin  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder