2019-11-19 20:07
Hann leiddi Tottenham til topp fýra í fýra av fimm kappingarárum við róðri, og so seint sum í summar førdi hann teir til Champions League finaluna.
Men í hesum kappingarárinum hevur ikki gingið eins væl. Spurs hevur bert vunnið fimm dystir hetta kappingarárið, og ringa gongdin fær nú avleiðingar.
Formaðurin í Tottenham, Daniel Levy, sigur at tíðin er komin til broyting, og hetta at hetta er í “bestu áhugamálum felagsins”.
Enn er ógreitt hvør verður nýggjur venjari hjá Tottenham, bæði fyribils og permanent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald