Fótbóltur

Munandi dýrari at keypa einstakan dyst í Televarpinum

Televarpið hækkar prísin á einstøkum dystum úr 63 krónum upp í 100 krónur. Tað sama sum eitt atgongumerki kostar.

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

2023-02-27 11:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hevur tú ikki eitt hald hjá Televarpinum, verður tað munandi dýrari at hyggja eftir fótbólti í sjónvarpinum. Sonevnda “pay per view”, fer nú upp á 100 krónur fyri hvønn dyst, sum er tað sama sum eitt atgongumerki við dyrnar kostar.

Í fjør hækkaði prísurin úr 49 krónum upp á 63 krónur. Orsøkin var tá rættindi og framleiðslukostnaður.

Televarpið sigur í ár, at fleiri áheitanir eru komnar frá feløgunum í Betri deildini hjá monnum at hækka prísirnar, so teir samsvara við tað, sum verður tikið fyri atgongumerki á staðnum.

- Televarpið sær seg sum viðspælara hjá feløgunum og vil vera við til at økja um áhugan fyri føroyskum fótbólti. Príshækkingin fyri leysasølu ávirkar ikki kundar, sum hava fast hald hjá Televarpinum, verður sagt í tíðindaskrivi.

Byrjar leygardagin
Tað er leygardagin 4. mars, at fótbóltsárið av álvara byrjar aftur, tá fyrsta umfar í Betri deildini hjá monnum er á skránni. 

Televarpið er við frá fyrsta bríksli og fer aftur í ár at vísa allar 135 dystirnar í kappingini.

Televarpið hevur sett sær fyri, at fleiri dystir í Betri-deildini hjá kvinnum skulu vísast. Hetta fer at síggjast aftur í skránni, har talið á kvinnudystum økist.

Umframt heimligu kappingina fer Televarpið aftur í ár at vísa dystir hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, U-21 landsliðnum hjá monnum, og fylgt verður eisini við feløgunum, sum fara út í Evropa at umboða Føroyar.

Í fjør vísti Televarpið tilsamans 202 fótbóltsdystir við føroyskari luttøku.

Televarpið fer í ár at framleiða fleiri fótbóltssendingar, og hyggjarin kann gleða seg til upptaktir, greiningar og kjak um føroyskan fótbólt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder