Fótbóltur

Televarpið sendir aftur fótbólt hetta kappingarárið

Teir 135 dystirnir í Betri Deildini við monnum verða vístir beinleiðis á rásum hjá Televarpinum. Í ár verða samandráttir frá dystunum eisini tøkir á tv.fo.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-04 20:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í ár verða allir 135 dystirnir í Betri Deildini við monnum vístir beinleiðis á Rás1 og netrásunum R2, R3, R4 og R5. Allir Televarpskundar hava nú atgongd til Rás1 og R2, sama hvat hald, teir hava, meðan kundar, sum hava Stórapakka, eisini hava atgongd til R3. Kundar, sum hava Stórapakka+, hava atgongd til allar rásirnar.

Nýggir prísir fyri hvønn dyst
Tey, sum ikki hava Televarpshald, kunnu síggja allar dystirnar eins og undanfarin ár. Á heimasíðuni tv.fo kann ein og hvør keypa sær rættindi at síggja dystir, sum kosta 63 krónur hvør í ár. Hvør dystur er dýrkaður við 20 krónum orsaka av rættindum og framleiðslukostnaði, samstundis sum hetta gevur eina betri javnvág millum prísir í Televarpinum og prísir við dyrnar til dystir.

Samandráttir á tv.fo
Undanfarin ár hava samandráttir verið sendir á Rás1, og tað verða teir aftur í ár, men í ár verða allir samandráttir eisini tøkir á tv.fo. Í ár verður dentur eisini lagdur á at gera samrøður við leikarar og venjarar, og hesar samrøður verða eisini at síggja í samandráttunum.

1. umfar

Leygardagin 5. mars
07 Vestur - Víkingur (kl. 14)
AB - HB (kl. 15)
Skála - KÍ (kl. 17)

Sunnudagin 6. mars
B36 - B68 (kl. 15)
EB/Streymur - NSÍ (kl. 15)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder