Fótbóltur

Myndir: Ársins fyrsti evropeiski dystur er á gáttini

Champions League-huglag í góðveðrinum í Klaksvík. KÍ tekur ímóti Differdange mikukvøldið klokkan 19. Sí myndir úr Djúpumýru.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-09 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógvir spælarar eru tøkir aftur hjá KÍ, sum helst fer at skifta leikskipan - til nakað líknandi tí sum eydnaðist so væl í fjør.

Tá byrjaði KÍ evropeiska summarið við at senda stórfavorittarnar Fernecvárosi úr Ungarn út. Seinasti evropeiski dysturin hjá føroyameistarunum var ikki fyrrenn 14. desember í Conference League-bólkaspælinum.

Nú er ein nýggjur møguleiki hjá KÍ, sum í løtuni er á 3. plássi í Betrideildini. Tað er umráðandi at koma framvið Differdange, tí at standa í 2. umfari í Champions League gevur nógvar møguleikar.

Sí eisini: 
KÍ stendur sum favorittur
(Video) Espen Haug: - Skulu vera nøgdir um vit vinna

UEFA Champions League 2024 1. umfar - fyrri dysturin
Í morgin, mikudagin 10. juli
19.00: KÍ - FC Differdange 03
(KVF vísir dystin)

Sí myndir, sum Sverri Egholm, tók fyrsta partin av dagsins venjing hjá KÍ við Djúpumýru:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder