Portalurin fekk undan venjing orðið á norska høvuðsvenjaran hjá KÍ, sum í morgin skal standa á odda fyri sínum fyrsta Champions League-dysti.
Espen Haug er greiður yvir, at KÍ skal standa seg betri í serliga verjustøðu enn higartil í ár. Eisini er neyðugt við uppaftur størri skerpni í álopsstøðu í Evropa.
- Vit kunnu ikki vænta at bara vinna við fleiri málum í morgin. Men um vit vinna fyrra dystin, so eru vit nøgdir.
Venjaratoymið hjá KÍ hevur hugt eftir Differdange 03, sum í mai lyfti steypið í Luksemborg. Meistararnir spældu venjingardystir um vikuskifti, og teir sóu KÍ-venjararnir. Haug sigur, at nakrir álopskendir profilar avgjørt eru, at 12 spælarar eru lagdir afturat hópinum, men at liðið eisini hevur mist nakað í summar.
Sí alla samrøðuna omanfyri
UEFA Champions League 2024 1. umfar - fyrri dysturin
Í morgin, mikudagin 10. juli
19.00: KÍ - FC Differdange 03
Les eisini:
KÍ stendur sum favorittur
B36 og KÍ leggja til brots mikudagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald