Fyri fyrstu ferð er Team Klaksvík í endaspælinum í ár, men eftir tvey stórtap hesa vikuna, er greitt, at tað ikki verður til eina finalu á hesum sinni.
Suverenu hoyvíkingar vunnu fyrra dystin 33-20, og í ag var heldur ongantíð nakar ivi. Støðan í hálvleikinum var 21-9 til H71, og tað bleiv ikki frægari í seinna hálvleiki.
Úrslitið gjørdist 37-15 og flúgvandi hoyvíkingar eru klárir til finalu ímóti VÍF ella KÍF.
Óli Mittún gjørdist toppskjútti hjá H71 við sjey málum. Vuk Stevanovic og Sámal á Tjaldrafløtti gjørdust toppskjúttar hjá Team Klaksvík við fimm málum hvør.
H71 - Team Klaksvík 37-15 (21-9)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald