Fótbóltur

Myndir: B36-venjing á leikvøllinum hjá Rijeka

Venjing var á skránni á grasinum og í hitanum í kvøld - Conference League uppgerðin verður í annaðkvøld. Sí myndir, sum Ingi Arge hevur tikið.

Málverjin Mattias Lamhauge hugsavnar seg á Stadion HNK Rijeka (Mynd: Ingi Arge/Fótbóltsfelagið B36)

Málverjin Mattias Lamhauge hugsavnar seg á Stadion HNK Rijeka (Mynd: Ingi Arge/Fótbóltsfelagið B36)

2023-08-16 21:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin klokkan 19.15 spælir B36 á útivølli móti HNK Rijeka. Talan er um seinna dystin í 3. umfari í Conference League.

Kroatiska stórfelagið vann 3-1 á Tórsvølli í síðstu viku, so tað verður tungur burður hjá B36 í Kroatia í annaðkvøld, har tað eisini verður heitt og slavið.

Teir fara tó sjálvandi eftir tí í B36-leguni.

- Haraftrat mugu vit finna eina eyka megi fram til hendan dystin eisini, tí vit standa fyri einari truplari uppgávu, sum tó er møgulig (...) Hitin og vøllurin fara eisini at ávirka dystin. Tó eru vit sera spentir uppá uppgávuna, og vit vita, at vit gott kunnu skapa eina sensatión, um vit raka okkara allar besta dag og hinir ikki. Vónin livir enn.

Soleiðis segði Hannes Agnarsson, málskjúttin frá fyrra dystinum, við Portalin, fyrr í dag.

Sí eisini: 
Hannes: Skulu finna eyka megi fram til hendan dystin
B36 hevur eina tunga uppgávu

Í kvøld vandi liðið hjá Dan Brimsvík á grasinum á Stadion Rujevica (Stadion HNK Rijeka) Portalurin hevur fingið nakrar myndir frá Inga Arge, ið kunnu síggjast niðanfyri. Televarpið vísir dystin millum B36 og HNK Rijeka í annaðkvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder