Hondbóltur

Myndir: BankNordik stóð til at bresta

Stórur áhugi fyri at fáa autografar og heilsa uppá EM-hópin, sum fer til Berlin í morgin.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-08 15:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tiltakið í BankNordik stóð til at enda klokkan 14, men tá klokkan var tað, so var bíðirøðin framvegis long.

Serliga vóru tað nógv børn, ið ynsktu at fáa autografar frá føroysku hondbóltshetjunum. Hetta var seinasta almenna tiltakið, har høvið var at heilsa uppá føroysku spælararnar, áðrenn leiðin hjá teimum gongur til Berlin í morgin.

Og tað var gravgangur at sleppa at heilsa uppá landsliðsleikararnar. 750 av teimum serligu plakatunum vórðu givnar út til børnini.

Spælararnir vildu, at øll skulu sleppa framat, so klokkan var farin av hálvgum trý, áðrenn riggað varð av og felagsmynd tikin.

Føroyska liðið hevur seinastu venjingina undan fráferð um eina løtu. Tað verður í Høllini á Hálsi klokkan 16.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder