Í gjár, mánadagin, savnaðist hópurin á Hotel Føroyum, og í morgin, mikudagin, gongur leiðin til Moldova.
Teir 24 spælararnir vandu í gjár saman á Tórsvølli undir leiðslu av Håkani Ericson við toymi (og við mikrofon). Soleiðis var aftur fyri løtu síðani í regninum, har ymiskt taktiskt varð gjøgnumgingið.
Nógv bendir á, at Føroyar fara at spæla við tveimum áleyarum í Moldova, sum er styrkismett undir okkara. Eins og Føroyar, skulu moldovar spæla uttan fleiri av føstu spælarunum seinnu árini.
Áðrenn venjingina tosaðu vit við Páll Andrasson Klettskarð, ið er aftur á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð síðani mars 2017. Sí tí samrøðuna her
Portalurin verður við á ferðini til Moldova og Norðurmakedónia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald