Hondbóltur

Myndir: Føroyingar við seinastu fyrireikingunum í Fram-høllini

Lagt er upp til spennandi grannauppgerð í snøggu Lambhagahøllini, har føroyingur hevur heimavøll, í annaðkvøld - Maria Nósloy vandi við í dag.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-14 17:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Reykjavík, Ísland (Portalurin): Føroyska liðið hevur júst vant í dystarhøllini. Dánjal Ragnarsson hevur vanliga heimavøll her, og skuldi av røttum spælt evropeiskan dyst, sum ein av profilunum hjá Fram, í Lambhagahøllin móti Porto í kvøld.

Men føroysk bakspælarin hevur ein fipurskaða, og tískil noyðist Dánjal at hyggja at. Dánjal Ragnarsson var eisini ein túr framvið í Lambhagahøllini, tá Føroyar vandu - hann hevði fingið viðgerð og skuldi venja eitt sindur sjálvur.

Á bláa gólvinum fyrireikaðu føroysku kvinnurnar uppá týðandi uppgávuna móti Íslandi í morgin. Talan er um fyrsta dystin í nýggju EM-undankappingini.

Tað var serliga álopsspælið, sum var í miðdeplinum í dag, og Claus Mogensen fekk liðið at arbeiða við ymiskum loysnum. Harav var 7 móti 6.

Maria Pálsdóttir Nólsoy vandi við eina løtu. Ein av føroysku álopsprofilunum er darvað av økslini, sum hon fekk eitt slag í, í dysti í Danmark fríggjakvøldið. Í gjár vandi Maria als ikki við, men í dag vóru nøkur jalig tekin. So er spurningurin, hvussu stóran leiklut hon fær í annaðkvøld.

Sí myndir, ið Sverri Egholm tók í Lambhagahøllini, niðanfyri

HM-undankappingarbólkurin: 
Montenegro
Ísland
Portugal
Føroyar

Í morgin, mikudagin 15. oktober
20.30: Ísland - Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder