Fótbóltur

Myndir: Fyrsta venjingin hjá Eyðuni og Atla

Manslandsliðið varð kunngjørt fyrrapartin í gjár og um kvøldið vandu teir, sum til dagliga spæla í Føroyum, á Tórsvølli. Klokkan 17.30 er venjing í Klaksvík.

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2024-11-05 15:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hallur Hansson og Páll Andrasson Klettskarð . Hesir eru aftur á A-landsliðnum, nú gamla vernjartoymið ikki er har.

U21-landsliðsvenjararnir hava eisini valt at tikið tríggjar - Noah Mneney, Ása Dam og Poul Kallsber-nú teir eru gamlir til U-landliðsfótbólt. Spælarar sum Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen, Daniel Johansen og Hannes Agnarsson eru vrakaðir.

Hópurin varð kunngjørdur í gjár - sí hann her

Sí eisini:

Eyðun Klakstein: Upplagt at fara eftir trimum sum ikki hava verið við

Ási og Poul: Fantastiskt at vera við fyri fyrstu ferð

Sølvi Vatnhamar: Møguliga mínir seinastu landsdystir

Teir, sum til dagliga spæla í Føroyum, vandu saman við fyribils landsliðsvenjaratoyminum á Tórsvølli í gjár. Sí myndir niðanfyri.

Føroyar venja aftur í kvøld. Tað verður í Klaksvík frá klokkan 17.30 til klokkan 19. Møguleiki verður hjá børnum at fáa autografar eftir venjingina, boðar FSF frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder