Hondbóltur

Myndir: H71-kvinnur í FM-finaluni

Við sigri á Stjørnuni seinnapartin í aðru FM-hálvfinaluni eru H71-kvinnur í finaluni.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-27 15:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við tveimum sigrum, einum mikukvøldi í Klaksvík, og einum í dag, hevur H71 vunnið seg í FM-finaluna.

H71 vann seinnu FM-hálvfinaluna 28-26, men tað bleiv ikki ein av teimum lættu sigrunum. Hoyvíkskvinnur vóru á odda 16-10 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki var Stjørnan sum hamskift og át seg spakuliga inn á heimaliðið.

Tá góðir tíggju minuttir var bara eitt mál og muni, og alt var opið. H71 kláraði at halda høvdið kalt næstu løtuna, meðan Stjørnan hinvegin ikki megnaði at halda fast.

Dysturin endaði 28-26 til H71.

Toppskjútti hjá H71 gjørdist Jana Mittún við 10 málum. Tóra Eliasen skoraði flest mál hjá klakvíkskvinnum við sjey málum.

Seinni í dag verður møguliga greitt hvat mótsstøðuliðið verður í finaluni. Neistin og Kyndil hittast í aðru FM-hálvfinaluni á Hálsi klokkan 18. Neistin vann fyrsta dystin á steypavinnarunum, og vinna tær bláu aftur í dag, eru tær í finaluni. Vinnur Kyndil hinvegin, so verður ein triðja og avgerandi hálvfinala leikt.

H71 - Stjørnan kvinnur 28-16 (16-10)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder