Tað eru bert umleið tvey samdøgur til størsta dystin á árinum fyri HB og B36.
Tað merkist eisini ein serstakur spenningur í Gundadali.
Sí eisini: Atgonugmerkjasølan gongur væl
Sí eisini: Nú er bert steypafinalan eftir
Fyrr í kvøld vandu bæði HB og B36. Talan var um lættar venjingar - serliga hjá HB har taktiskt fokus var.
Í B36-leguni vandu teir millum annað brotsspørk. Tað endaði júst við brotsspørkum, tá B36 og HB seinast spældu um Løgmanssteypið.
Hetta var í 2018, tá B36 á dramatiskan hátt vann við teimum monnum í undirtali - nú er aftur eitt steyp, ein Havnarheiður og milliónir uppá spæl.
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók av venjingunum, niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald