Tveir dystir vórðu í kvøld leiktir í 12. umfari í Betri deildini hjá monnum. Í Havn var grannauppgerð, og í Klaksvík var EB/Streymur á vitjan.
Í Gundadali var HB omaná fyri tað mesta, men tað vísti seg at vera trupult at fáa mál. Tað kom bara eitt mál í dystinum, og tí syrgdi Pætur Petersen fyri í 42. minutti, tá hann legði HB á odda 1-0.
Við 1-0 sigrinum tekur HB triðja plássið frá B36, og hevur nú 22 stig.
KÍ tók ímóti EB/Streymi. Í steðginum var støðan bara 1-0 til KÍ, men í seinna hálvleiki bragdaði hjá heimaliðnum, sum vann dystin 3-0 og tí heldur fast um tey seks stigini, sum eru niður til Víking á øðrum plássi.
B36 - HB 0-1 (0-1)
42’ Pætur Petersen 0-1
KÍ - EB/Streymur 3-0 (1-0)
6’ Valerijs Sabala 1-0
78’ Páll Andrasson Klettskarð 2-0
90’ Árni Frederiksberg 3-0
Støðan í Betri deildini menn
1. KÍ (34 stig)
2. Víkingur (28 stig)*
3. HB (22 stig)
4. B36 (19 stig)
5. EB/Streymur (17 stig)
6. NSÍ (15 stig)
7. AB (13 stig)
8. 07 Vestur (9 stig)*
9. Skála (5 stig)*
10. B68 (5 stig)
*Ein dyst færri
Sí myndir úr Gundadali í kvøld:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald