2020-10-14 18:45
Hátíðardámur í Miðvági í dag. Evropameistarin, Sverri Sandberg Nielsen, sum sunnudagin vann gull í einkultskullara er komin aftur til heimbygdina, og Vága kommuna skipaði seinnapartin fyri hátíðarhaldi.
Veðrið var gott, og nógv fólk høvdu leitað sær oman á miðstaðarøkið í Miðvági at heiðra bragdið, sum Sverri Sandberg Nielsen hevur framt.
Sí myndirnar, sum Bjarni Enghamar tók.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald