
Tey siga, at sólin skínur nógv meira og sterkari á oynni, sum liggur og verjir fyri høuðsbýnum á Guernsey, St. Peter Port, eins og Nólsoyggin.
Ikki so høg, men minst líka so hugnalig. Nei, hugnaligari, tí her er veruliga talan um eina perlu fyri ferðafólk, sum leiga til Guernsey. Herm Island er eitt mást.
Har eru ongir bilar - bert nakrar fjallasúkklur. Talið av íbúgvum er ikki høgt. Har eru bert nøkur fá hús, sum nú verða brúkt til frítíðarhús. Annars eru tvey smærri hotell, kampingpláss, ein handil við souvenirs og baðiútgerð og ein sera væl vitjað matstova.
Tað tekur 20 minuttir at sigla út á Herm frá St. Peter Port. Og ein summardag, eins og vit upplivdu í gjár, fríggjadagin, er ferjan stúgvandi full, yvir 200 ferðandi.
Ferðalagið við føroyskum fjølmiðlafólkum vitjaði oynna í gjár. Gingu ein túr rundan um oynna, serliga fyri at síggja føgru baðistrendurnar á handasta enda av oyggjunum, og fyri at eta eina felagsmáltíð áðrenn leikirnir byrja av álvara.
Nakað, sum sermerkir alt stranaøkið í Ermasundi er sjálvandi stóri munurin millum flóð og fjørðu. Tá vit fóru avstað til Herm, lá fergan einar tíggju metrar undir bryggjukantinum, tá vit komu inn aftur seks tímar seinni legði hon at áraka bryggjukantin.
Myndirnar hevur Jens Kr. Vang tikið:
-
Havnin í St. Peter Port. Á fjørðu standa bátarnir á botni
-
Havnin í St. Peter Port. Á fjørðu standa bátarnir á botni
-
-
Havnin í St. Peter Port. Á fjørðu standa bátarnir á botni
-
-
Fergan til Sark sigldi framvið
-
Atløgubryggjan á Herm, sum verður brúkt tá fjørða er
-
Nógv fólk vitja oynna
-
-
Andras Nolsøe, ÍSF. Samskipari av oyggjaleikaferðini
-
Lítla havnin á Herm
-
-
-
-
-
Góð gongugøta er allan vegin rundan um oynna. Túrurin tekur ein góðan tíma
-
-
-
Shell Beach á Herm Island (Mynd: Jens Kr. Vang)
-
-
-
-
Petur Mittún - ÍSF-aðalskrivari
-
Sólsetur á Herm Island
-
-
Sólsetur á Herm Island
-
Hugnaliga baðihotellið á Herm Islands. Her búgva starvsnevndin og gestirnir hjá ÍSF, løgmaður, borgarstjórar og umboð fyri sponsorar, meðan oyggjaleikirnir eru

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald