Hondbóltur

Myndir: HM-hópurin stríddist við Streymin

Í morgin verða skúlavitjan, onnur vitjan og venjing á skránni við Skálafjørðin. Fyrsti HM-dysturin verður spældur 26. november.

Súna Krossteig Hansen undir upphitingini. Hon verður týðandi spælari fyri Føroyar í Týsklandi

Súna Krossteig Hansen undir upphitingini. Hon verður týðandi spælari fyri Føroyar í Týsklandi

2025-11-18 20:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska kvinnulandsliðið savnaðist mánadagin seinnapartin fyri at byrja fyrireikingarnar til HM-endaspælið savnast.

Eins og í fyrireikingunum til EM-endaspælið um somu tíð í fjør, kemur føroyski hópurin eitt sindur kring landið - tó verður tað ikki eins nógv sum í 2024.

Fyrr í dag høvdu Føroyar eina venjing í snotilgu høllini við Skúlan við Streymin.

Sí myndir niðanfyri, sum Andrei Antal tók  fyri Hondbóltssamband Føroya

Fyrrapartin í morgin vitja føroysku spælararnir í Stranda skúla, har næmingarnir kunnu heilsa uppá. Sìðani vera venjing og máltíð á Skála, áðren farið verður yvirum fjørð at vitja hjá Navia. Fyritøkan og Hondbóltssambandið hava samstarvað um eina heita troyggju við hondbóltssniði.

Føroyar spæla fyrireikingardyst móti Íslandi leygarkvøldið við Tjarnir. Mánamorgunin verður kósin sett móti Trier, og mikukvøldið 26. november klokkan 19.30 verður fyrsti HM-dysturin hjá Føroyum: Móti Montenegro.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder