Allir vóru á bláa hallargólvinum á Hálsi, og teir í bláum vandu skot, yvirtal/undirtal og álop/verju.
Hesaferð vandu Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún og Kjartan Johansen, og teir vóru partur av ymiskum álopssamansetingum.
Les meira:
Elias: - Eg spæli í morgin
Teis: - Tað er fantastiskt at koma heim til hetta
"Fløggini" eru komin á stólarnar á Hálsi, og stóra "ljósshowið" áðrenn dystin í morgin gjørt verður til reiðar. Spælararnir hava fingið eina máltíð saman, sum foreldur hava gjørt, og nú eru hvíld og seinastu taktisku fyrireikingarnar á skránni næsta samdøgrið.
Fyrsta bríksl í dystinum millum Føroyar og Norðurmakedónia verður í morgin, mikudagin 8. mai, klokkan 19. Seinni dysturin verður í Skopje sunnudagin 12. mai. Samanlagdi vinnarin av hesum dystunum sleppur til HM-endaspælið í januar 2025.
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók á Hálsi, niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald