Fótbóltur

Myndir: Klaksvíkingar endurupplivdu gylta kappingarárið

Filmurin um kappingarárið 2021, “KÍ eru vit”, varð undansýndur í Spinnarínum í gjárkvøldið.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-19 14:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var stórur spenningur í Spinnarínum í Klaksvík í gjárkvøldið. Bláa Bylgja, fjepparafelagið hjá KÍ, hevði stórt tiltak fyri innbodnum, har filmurin um kappingarárið í fjør, tá KÍ vann FM, skuldi undansýnast.

Filmurin “KÍ eru vit”, sum Solby A. Christiansdóttir, journalistur, hevur lagt til rættis saman við Raclip, verður vístur fyri almenninginum í kvøld, men á hesum tiltakinum í gjárkvøldið fingu nøkur høvi at síggja hann. Talan var um besta lið hjá monnum og kvinnum, venjarar, stuðlar umframt hjálparfólk hjá KÍ. Tey, sum eru vaktarfólk, kaffidamur, køksfólk og mong onnur sum á ein ella annan hátt eru við til stóra virksemið hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.

Áðrenn filmurin varð vístur, bjóðaði Bláa Bylgja ein góðan bita og okkurt gott aftur við. Eisini vóru røður og felagssangur á skránni.

Aftur til tað, sum tað heila snúði seg um. Filmurin. Ein tíma langur, og við øllum málunum í væleydnaðu landskappingini, men eisini málini og brot úr minni væl eydnaðu luttøkuni í steypakappingini og Evropaluttøkuni.

Filmsliðið hevur fylgt monnunum hjá KÍ alt kappingarárið í fjør, og vit sum hyggjarar sluppu eisini inn í enskt talandi skiftingarúmið hjá Mikkjali Thomassen og hinum. Solby A. Christiansdóttir greiddi frá, at tá avtornaði, vóru fýra tímar at brúkbarum sjónvarpsupptøkum. Tað er ógvuliga nógv, og tað skuldi klippast niður í ein hálvan tíma.

Umframt mál og aðrar upptøkur rundan um vøllin, verða samrøður gjørdar við fleiri leikarar, og vit eru heima hjá nøkrum av leikarunum áðrenn onkran dyst. Vit síggja hvussu nógv sukur Árni Frederiksberg oysir oman yvir sín havragreyt áðrenn dyst, og vit síggja friðsæla trillitúrin, sum Jákup Biskopstø Andreasen fer við soninum áðrenn avgerandi dyst.

Brellbiti av filminum "KÍ eru vit"

Tvær løtur sum vóru merkisverdar í Spinnarínum í gjárkvøldið - sum uttanveltaður - var tá filmurin vísti brot av avgerandi frísparkinum hjá Árna Frederiksberg í dystinum ímóti HB í apríl. Dysturin varð avgjørdur við beinleiðis frísparki í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Smílini og gleðin millum hyggjararnar var ikki at taka feil av. Tá so filmurin kom til tapið móti NSÍ í steypakappingini, hvurvu smílini eina løtu.

Filmurin má sigast at vera eitt flott avrik, sum eitt felag ella fjepparafelag í Føroyum ikki megnar bara soleiðis. Hetta hevur kravt nógv og kostað nakað eisini. Tað sást eisini aftur á rullitekstinum, har listin av stuðlum ongan enda mundi fingið.

Tummil upp til, at fólk hava mót uppá slíkar filmsverkætlanir.

“KÍ eru vit” verður víst á Rás1 hjá Televarpinum klokkan 19 í kvøld.

Vit tóku nakrar myndir í Spinnarínum í gjárkvøldið:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder