Annað

Myndir: Komin á mál í Gásadali

Fyrsti dagurin er avgreiddur og umleið 250 kilometrar eru lagdir afturum. Í morgin verða 350 kilometrar súkklaðir og byrjað verður í Fugloy.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-28 00:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Beint fyri midnátt komu Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen við fylgi til Gásadals. Umframt teir báðar vóru tað nú fýra fólk, sum hildu á til tað síðsta.

Teir hava sett sær fyri at súkkla til allar bygdir í Føroyum upp á 48 tímar.

Fyrsti teinurin er liðugur, og umleið 250 kilometrar eru lagdir afturum.

Samstundis er hetta tann styttri teinurin, tí í morgin verða umleið 350 kilometrar súkklaðir.

Súkklað hevur verið síðani klokkan 9 í morgun, og byrjað var við teinum Sumba-Sandvík áðrenn leiðin gekk í Sandoynna. Seinnapartin hevur verið súkklað í vestaraparti av Streymoynni og í kvøld var Vágar á skránni áðrenn endað var í Gásadali.

Í nátt verður gist í Sørvági, og í morgin árini flýgur tyrlan teir til Fugloy har súkklað verður millum Kirkju og Hattarvík. Síðani aftur á flog í Kalsoynna og í Syðradali verður farið við báti í Kunoynna. Restin er landfast.

Endað verður á Vaglinum í Havn mikumorgunin klokkan 9.

Sí myndir úr Gásadali í kvøld niðanfyri.

--

Súkklað verður millum annað fyri at seta fokus á Eydnudeildina, og tað arbeiðið tey gera. Til ber at stuðla við at flyta pening á kontu: 9865-3135467.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder