Hondbóltur

Myndir: Landsliðið loksins komið til Skopje

Ferðingin og óvissan eru nú av – nú økist spenningurin til avgerandi dystin um HM pláss í annaðkvøld.

Flogfarið við føroyska ferðalagnum - eitt leiguflogfar hjá British Airways - hevur sett seg í Skopje (Mynd: Sverri Egholm)

Flogfarið við føroyska ferðalagnum - eitt leiguflogfar hjá British Airways - hevur sett seg í Skopje (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-11 22:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin): - Seinnapartin fór ferðalagið við føroyska hondbóltslandsliðnum avstað til Billund - 25 tímar seinni enn ætlað. Upprunaliga skuldi flogtúrurin úr Føroyum vera til Keypmannahavnar, og harfrá skuldi landsliðshópurin víðari til Skopje umvegis Wien.

Alt varð tó broytt vegna veðrið í Vágum. Spælararnir hava bíðað eina løtu á flogvøllinum, longri á Hotel Vágum og annars hvílt seg og sovið heima.

Sí eisini: Helgi: Hevur hóast alt verið hugnaligt at bíða

Sí eisini: Nú sleppur landsliðið endiliga úr Føroyum

Fyri løtu síðani lendi leiguflogfarið hjá British Airways við føroyska liðnum í Skopje. Hetta stóð til reiðar í Billund fyrr í kvøld – nakað sum Hondbóltssambandið, Atlantic Airways og onnur fólk høvdu staðið fyri. Túrurin við lítla flogfarinum til Norðurmakdónia tók beint yvir tveir og ein hálvan tíma, og gekk hann væl.

Nú hava allir fingið viðføri og koyra við bussi á gistingarhúsið, sum liggur skamt frá leikhøllini í Skopje. Menn eru móðir, men lagið er gott, og eftir umstøðunum gjørdist hetta ein góð ferðaætlan.

Dysturin í morgin byrjar klokkan 18 føroyska tíð. Nú fáa spælararnir skjótt eina máltíð, áðrenn teir kunnu leggja seg í góðar sengur og løða til brakið í morgin. Sum skilst verður taktisk fyrireiking og nakað av rørslum í Boris Trajkovski høllini fyrrapartin í morgin.

Til ber at fylgja við stríðnum um HM-pláss á Portalinum – sí myndir úr norðurmakedónska høvuðsstaðnum (og Billund) her:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder