
A-landsliðið við monnum leggur í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til HM undankappingardystin ímóti Kekkia, sum verður á Tórsvølli í dag klokkan 17.
Hópurin hevði sína seinastu venjing seinnapartin í gjár, og aftaná varð farið í SMS, har landsliðsspælararnir skrivaðu autografar.
Sambært heimasíðuni hjá FSF vóru nógv børn og ung, ið nýttu møguleikan, har tey eisini kundu tippa úrslitið av dystinum móti kekkum. Øll, ið gita rætt, eru við í lutakastinum um ein dystarbólt.
Her eru nakrar myndir úr SMS í gjár:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald