2021-04-18 15:16
Orsøkin til at dysturin millum KÍ og NSÍ varð avlýstur stutt undan dystarbyrjan, er málið, sum vit hava myndir av niðanfyri.
Tann eina stongin hevur fingið skaða, og er lappað sum frægast, men hetta verður ikki góðtikið av dómaranum í dag, Peturi Reinert. Málið er sum skilst í sama standi, sum tað var, tá KÍ og EB/Streymur spældu fyri einari viku síðani.
Eftir øllum at døma kom skaði á málið, tá vøllurin varð ruddaður fyri kava herfyri.
Dysturin er útsettur til týskvøldið klokkan 19.
Sí myndirnar:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald