Hondbóltur

Myndir: Neistakvinnur í finaluni

Tað gjørdist ongantíð veruliga spennandi í Høllini á Hálsi í kvøld. Neistin vann aðru hálvfinaluna móti Kyndli 27-21.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-27 19:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Neistin vann sum kunnugt fyrru hálvfinaluna fyrr í vikuni, og skuldi vinna einaferð afturat fyri at tryggja sær finaluplássið. 

Lagt var upp til ein spennandi dyst, men tað kom ongantíð veruligur spenningur í. Neistin var betra liðið, og var eisini á odda 14-10 í hálvleikinum. Úrslitið gjørdist 27-21.

Toppskjútti hjá Neistanum var Maria P. Nólsoy við átta málum. Bára krossteig Hansen bleiv toppskjútti hjá Kyndli við seks málum.

Sunnudagin í næstu viku verður fyrsta FM-finala av fimm møguligum leikt, og byrjað verður í Hoyvík.

Kyndil - Neistin 21-27 (10-14)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder