Hondbóltur

Myndir: Øðrvísi fyrireikingar til endaspælið

Eftir venjingina í Høllini á Hálsi lupu landsliðsspælararnir á bláman, har ymsar uppgávur skuldu loysast.

Rói Berg Hansen

Rói Berg Hansen

2023-12-28 15:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir trívast best í høllini og við harpiksi á hondunum. Tað var eisini sum vant hjá føroysku hondbóltsmonnunum fyrr í dag, tá teir høvdu eina av sínum venjingum í fyrireikingunum til EM-endaspælið í Týsklandi.

Teir sluppu tó at royna seg á annan hátt eisini, tí eftir lokna venjing varð kósin sett beint út á Argir, har lopið varð á sjógv á Støðni.

Har gav Jens á Skipagøtu, málmans-og mentalvenjari, greið boð: Allir skuldu á sjógv. Har skuldu spælararnir eisini loysa ymiskar uppgávur. Talan var um eitt slag av samansjóðing men eisini eitt slag av sinnisligari venjing til at takkla ymiskar avbjóðingar.

Sí myndir, sum Sverri Egholm tók, niðanfyri.

EM-endaspælið hjá Føroyum byrjar um júst tvær vikur, hósdagin 11. januar, tá Slovenia er mótsstøðuliðið í Berlin. Her á Portalinum verður nógv tilfar næstu tíðina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder