Hondbóltur

Myndir: Ovfarakæti á føroyingum í Kroatia

Føroysku fjeppararnir fóru, eins og spælararnir, gjøgnum nógvar kenslur undir dystinum móti Týsklandi í gjár. Til endans var rómurin øgiligur. Egin Tollaksson Kass tók myndirnar.

Familjur og onnur stuðlaðu føroyska liðnum ógvuliga væl í gjárkvøldið (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Familjur og onnur stuðlaðu føroyska liðnum ógvuliga væl í gjárkvøldið (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2023-08-08 07:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Opatija, Kroatia (Portalurin) - Nakað yvir 80 milliónir búgva í øðrum av londunum, sum hevur sterka siðvenju innan hondbólt. Beint yvir 54.000 fólk búgva í hinum landinum, har áhaldandi skipað ungdómdslandsliðsvirksemi ikki hevur heilt nógv ár á baki.

Tað skuldi ikki verið ein tøtt kapping. "Land 1" burdi sigrað, men hóast U19-menninir hjá Týskland beinleiðis vóru størri á vøllinum eisini, so vóru ungu føroysku garparnir reystari og vóru at enda omaná í gjárkvøldið.

Eitt stórt føroyskt hondbólts- og ítróttarkvøld, har Aleksandar Sasha Lacok hevði 16 bjargingar, Óli Mittún skoraði 13 mál, Ísak Vedelsbøl gjørdist dagsins maður, 15-ára gamli Jákup Egholm skoraði seks mál og spældi frískliga, Rókur Ziskason tók óteljandi nærdystir í álopi og verju, Niklas Gaard var ísakaldur av vonginum tá ástóð, og har Búi Djurhus Poulsen smekkaði bóltin í netið, tá eingin annar føroyingur eingongd kom til skot.

Soleiðis kundu vit hildið fram, men um heild var talan um sterkt liðavrik, sterkanvilja og góða ætlan frá vejaratoyminum. Føroysku fjeppararnir gjørdu sanniliga eisini sítt. Tað eru útvið 100 til staðar í Opatija, og familjur hjá spælarum og hini hoyrdust væl. Nógvar (ymiskar) kenslur vóru eisini uppá spæl undir spennandi dystinum. 

Sí eisini: 
Rókur Ziskason: - Heilt fantastisk uppliving - áskoðarnir eisini fantastiskir
Pól Jákup Poulsen: - Hetta er stórt
Hjalti Mohr Jacobsen: Alt líkamikið um vit ikki eru 100 prosent í morgin

Føroyar spæla avgerandi dyst um fjórðingsfinalupláss klokkan 16 í dag. Hann er móti Saudiarabia, og tá vera aftur nógvir spentir føroyingar í Sports Hall Marino Cvetkovic.

Egin Tollaksson Kass tók myndirnar í gjárkvøldið: 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder