Eftir at teir høvdu skrivað eina rúgvu av autografunum og heilsa uppá spentar fjepparar í BankNordik seinnapartin, skuldu teir í EM-hópinum stuttu leiðina yvir í Høllini á Hálsi.
Sí eisini: Myndir: BankNordik stóð til at bresta
Sí eisini: Landsliðsspælarararnir úr at gera
Har skuldu føroysku spælararnir fyrst hugsavna seg um eitt upplegg frá Peter Bredsdorff-Larsen. Tað - eins og nógv í venjingini - snúði seg nógv um, hvussu man skal royna at basa Slovenia í fyrsta dystinum í Berlin, hósdagin 11. januar klokkan 17.
--
Elias Ellefsen á Skipagøtu
Lag: Á Sigursferð, Benjamin Rajani
--
Í fótbóltsupphitingini vístu teir ungu seg aftur at vera sterkari enn teir eldru, sum tó kanska manglaðu nakrar "profilar".
Síðani var sjóneykan sett nógv á føroyska yvirtalsspælið (7 ímóti 6), sum ikki eydnaðist so væl móti Belgia. Tað skal tað til EM - við Eliasi á Skipagøtu sum skipara. Eftir hetta var tað undirtalsverjan.
Nakrir álops- og verjustøður afturat vóru tiknar ígjøgnum og málmansvenjing og skot til seinast. Pauli Jacobsen sást eisini venja at verja fyri brotskøstum eina góða løtu.
Kjartan Johansen vandi styrki og var á súkklu í dag. Bjarni í Selvindi, sum ikki er í endaliga hópinum men sum hevur vant við allan vegin, gjørdi tað sama.
Hetta var síðsta venjing í Føroyum áðrenn EM-endaspælið. Klokkan 9 týsmorgunin fer fullfermt Atlantic Airways-flogfar úr Føroyum, har hópurin er við. Kósin er sett til Berlin, og nógvir føroyskir fjepparar vera eisini umborð - eins og á túrum seinni í morgin, umframt mikudagin og næstu dagarnar.
Sí myndirnar, sum Sverri Egholm tók í kvøld, her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald