Føroyska A-landsliðið hevur í dag havt venjing á nýggja stásiliga Stade de Luxembourg, og legði seinastu hond á hvussu farast skal fram í dystinum í annaðkvøld.
Tá verður Luksemborg mótstøðulið, og føroyska sjálvsálitið er í topp aftaná 2-1 sigurin móti Litava á Tórsvølli leygarkvøldið.
Týsdagin í síðstu viku var Luksemborg á vitjan á Tórsvølli, men tá gekk minni væl hjá okkara monnum. René Shaki Jonesen og Sølvi Vatnhamar sóu reytt, og Føroyar taptu dystin upp á eitt brotsspark sum Luksemborg fekk í 74. minutti.
Sí myndir sum Hans Erik Danielsen frá FSF tók á Stade de Luxembourg í dag:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald