Berlin, Týskland (Portalurin): Um middagsleitið í dag komu føroysku hondbóltsspælararnir til venjingar í stóru Mercedes Benz-Arena skamt frá Spree-ánni í Berlin.
Hetta var fyrstu ferð spælararnir vóru í høllini, har komandi tríggir EM-dystirnir skulu spælast.
Her eru stórbærar umstøður. Pláss er fyri 17.000 áskoðarum og yvir høllini sveima stórir sjónvarpsskíggjar, so eisini áskoðararnir, ið sita longst frá vøllinum fáa eina kenslu av at vera til staðar til dystin.
Tað verður heilt vist eitt stórt upplivilsi fyri bæði áskoðarar og spælarar. Fleiri av føroysku spælarunum hava ikki fyrr upplivað at spæla fyri so nógvum fólkum, og ongin teirra hevur upplivað at spæla fyri so nógvum føroyskum áskoðarum, tí roknað verður við millum 4.000 og 5.000 føroyskum áskoðarum, og so nógvir føroyingar hava neyvan nakrantíð verið til hondbóltsdyst í senn.
Sí eisini: Myndir: Stilla siktið í Mercedes Benz-høllini í dag
Sí eisini: Kjartan: Kunnu avgjørt gera ein vørr - longu í morgin
Sí eisini: Ísak: Hetta er nakað heilt annað enn U-endaspæl
Sí eisini: Peter Bredsdorff-Larsen: Vit eru við fyri at skapa góð úrslit
Sí eisini: Myndir: Ein nýggjur veruleiki í Berlin
Miðlarnir sluppu bara at vera inni til venjingina tað fyrsta korterið, og – til nakað av iðran fyri miðlafólkini – brúktu spælararnir tíðina til at hita upp við fótbólti. Tað vóru ikki júst tær myndirnar, sum fotografarnir høvdu satsað uppá.
Teir eldru spældu móti teimum yngru, og teir eldru vunnu hesaferð. Men teir vóru eisini ein meira á vøllinum – 9 móti 8. Teis Horn Rasmussen og Óli Mittún vóru ikki við til at sparka, og hildu seg heitar á kondisúkklu og við toyggingarvenjing.
Tá hondbóltarnir komu út á vøllin, vórðu miðlarnir bidnir um at fara útúr høllini.
Hetta verður seinasta venjingin áðrenn dystin, sum byrjar klokkan 17 føroyska tíð í annaðkvøld.
Restina av degnum í dag verður brúkt til hvíld, eting og so verður taktikkfundur í kvøld. Í morgin – á fyrsta leikdegi – verður onkur styrkivenjing á skránni og annars full miðsavning fram til dystin móti Slovenia.
Sverri Egholm tók myndirnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald