
Talan var um eina "lætta" venjing undan fyrra dystinum móti Sheriff Tiraspol í play-off umfarinum í Europa League.
Í KÍ-leguni eru tey greið yvir, at hetta verður ógvuliga torført - eisini tí fleiri spælarar eru úti/ivasamir.
Les meira: Fleiri ivamál hjá KÍ
Les eisini: Sheriff er ikki stórfavorittur á Tórsvølli
Tó vita teir hjá KÍ eisini, hvat man kann. KÍ hevur ikki tapt á heimavølli í evropeiskum dysti í ár.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli í annaðkvøldi, hósdagin 23. august, verður klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin. Atgongumerki kunnu keypast her
Sí myndir frá venjingini á Tórsvølli niðanfyri. Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir tók tær.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald