Føroyska A-landsliðið við monnum vann í gjár 4-0 í ársins fyrsta dysti. Talan var um venjingardyst í Spania.
Les eisini: Føroyar vóru sannførandi í ársins fyrsta dysti
Hetta var áttandu ferð, at Føroyar og Liktinstein spældu. Føroyar hava vunnið hvørja ferð.
Tríggir spildurnýggir málskjúttar vóru.
Venjingardystur
Marbella, fríggjadgin 22. mars
Føroyar - Liktinstein 4-0 (2-0)
3' Pætur Petersen (Jóan Símun Edmundsson) 1-0
45 (+1)' 3' Pætur Petersen (Jóan Símun Edmundsson) 2-0
49' Adrian Rúnason Justinussen (Brandur Hendriksson Olsen) 3-0
90 (+2)' Arnbjørn Svensson (Andrias Edmundsson) 4-0
Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Hanus Sørensen (46' Jann Benjaminsen), Bartal Wardum (75' Arnbjørn Svensson), Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (59' Daniel Johansen) - Adrian Rúnason Justinussen, Gunnar Vatnhamar, René Shaki Joensen (59' Mads Boe Mikkelsen), Brandur Hendriksson Olsen - Pætur Petersen (75' Hannes Agnarsson) , Jóan Símun Edmundsson (46' Hannes Agnarsson)
Føroyski hópurin hevur havt venjing í Marbella í dag, og í kvøld gongur leiðin til Danmarkar. Har skal liðið spæla venjingardyst týskvøldið klokkan 19.15 á Brøndby Stadion.
Sí myndir frá dystinum í gjár her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald