Miðbýurin í høvuðsstaðnum var karmur um FM í býarkoyring í kvøld.
Kappingin byrjaði klokkan 18:30, og upp ímóti 20 luttakarum vóru við. Tað var heldur illfýsið, og fór at skýma rættiliga skjótt, so áskoðaravinarligt bleiv tað ongantíð.
Alíkavæl vóru nøkur fólk og hugdu eftir skjóttkoyrandi súkklarunum.
Dávur Magnussen var fyrstur á mál, og tað suverent eisini. Koyrt verður í 45 minuttir, og tað var rættiliga skjótt, at hann dróg frá. Helgi Winther Olsen nummar tvey og Gunnar Dahl Olsen kom á mál, sum nummar trý.
Í morgin verður kappast í einkulstarti, har málið er á Sornfelli, og leygarmorgunin verður kappast í landavegsúkkling. Startur og mál eru við bilasøluna hjá Wenzel.
Torkil Weyhe var ikki við í kvøld, men verður við til einkulstartin í morgin.
Vit tóku nakrar myndir til býarkoyringina í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald