Fyri løtu síðani tryggjaðu hoyvíkskvinnur sær sítt triðja steypagull uppá fýra ár við 31-27 sigri á Kyndli. H71 hevði leiðsluna allan dystin og spældi samanlagt sannførandi.
Les eisini: H71 tók steypið aftur frá Kyndli
Talan var um eitt sterkt liðavrik, og hetta sæst millum annað á toppskjúttalistanum. Jana Mittún skaraði framúr í fyrra hálvleiki við fimm málum, men annars var rímiliga javnt býtt á listanum yvir málskjúttar hjá H71. Maria Halsdóttir Weyhe skoraði støðugt úr bakketuni - millum annað við nøkrum góðum undirhondsskotum - Lukka Arge skoraði eisini fimm mál - uppá øll síni fimm brotsskøst, har hon var ísakøld - og Gurið á Borg og dagsins spælari, Vár Zachariasen, vóru tryggar av ávíkavist høgra vongi og av strikuni.
Nadja Pejovic gjørdist toppskjútti í dystinum við níggju málum. Bakspælarin úr Montenegro skoraði nøkur góð langskot og eisini nøkur brotskøst. Bjarta Johansen var eisini sannførandi á strikuni og skoraði heili átta mál. Turið Arge Samuelsen skoraði seks ferðir, men so komu annars bara fýra mál samanlagt frá Kyndli. Talan er um nógvar heilt ungar spælarar, sum vóru á vøllinum fyri Kyndil í dag, og Bára Krossteig Hansen var ikki før fyri at spæla vegna skaða.
Toppskjúttar:
Kyndil:
Nadja Pejovic 9 mál
Bjarta Osberg Johansen 8 mál
Turið Arge Samuelsen 6 mál
H71:
Jana Mittún 6 mál
Maria Halsdóttir Weyhe 5 mál
Lukka Arge 5 (5) mál
Guðrið á Borg 4 mál
Sí allan listan her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald