Fótbóltur

Nærkast við Djúpumýrar

Skíggjarnir eru komnir upp, og fólk byrja spakuliga at leita sær niðan á plenuna.

2020-10-01 18:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er kalt og tað sirmar, men tað heldur ikki góða lagnum og vónunum aftur hjá klaksvíkingum.

Tveir skíggjar eru settir upp á vøllinum við Djúpumýru og lagt verður upp til eitt spennandi kvøld, har áskoðararnir kunnu fylgja sínum liði í stóru uppgávuni í Dublin, playoffdysti móti Dundalk, um at koma víðari til bólkaspælið í Europa League.

Nú lítlan tíma undan dystarbyrjan eru KÍ-tónar at hoyra í hátalarunum og nøkur fólk eru longu møtt upp.

Dysturin byrjar klokkan 19:30, og kann siggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Útisetar kunnu eisini síggja dystin á kvf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder