Fótbóltur

Nærum lagnudagur hjá fleiri liðum í fremstu deildini

Botnbrak á breddanum við Stóra klokkan 17.30, og 4. plássið er uppá spæl í Gundadali klokkan 15. FM kann verða staðfest á Svangaskarði í kvøld, og stríðið um 2. plássið heldur fram klokkan 15.

Stórur spenningur undan Suðuroyar- og botnbrakinum í kvøld (Mynd: Bjartur Vest)

Stórur spenningur undan Suðuroyar- og botnbrakinum í kvøld (Mynd: Bjartur Vest)

2025-09-28 10:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

24. og fjórðseinasta umfar í Betrideildini hjá monnum er á skránni seinnapartin og út á kvøldið.

24. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, sunnudagin 28. september

15.00: 
B36 - Víkingur (FM1)
EB/Streymur - HB
07 Vestur - NSÍ

17.15: B68 - KÍ

17.30: TB - FC Suðuroy (FM1)

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum

Støðan:

[object Object]

Føroyameistaraheitið kann verða staðfest í dag, um NSÍ ikki fær fult, og KÍ vinnur. Tað hevur tó verið so at siga greitt í longri tíð, at KÍ fer at vinna FM. Tað er størri spenningur í stríðnum um 2. plássið, har HB og NSÍ í dag hava uppgávu, sum tey skulu vinna - men sum kunnu gerast lumpisligar.

Annars eru tað serliga botnstríðið og 4. plássið (møguligt evropeiskt pláss), sum eru á breddanum í dagsins umfari.

Har skal TB vinna á FC Suðuroy, og í Havn hevur B36 ikki ráð at tapa fyri Víkingi, sum betri kann liva við einum stigi. Fyri FC Suðuroy verður ein sigur tó so at siga eisini eitt krav í stríðnum við 07 Vestur - og TB - um at halda sær í deildini.

Tvøramenn eru tvey stig frá strikuni, og tí krevjast trý stig í seinasta innanhýsis brondystinum í ár. Fyri TB er tað ein stórur smeitur, at málverjin Anders Tønnesen hevur (ivasamt) leikbann. Tó er Nikolei Johannesen komin aftur til Føroya fyri at spæla dystin.

[object Object]
Nikolei Johannesen og Fríði Holm, sum báðir skoraðu í undirhaldandi 2-3 dystinum við Stóra 5. august (Mynd: Bjartur Vest)

[object Object]Nógv fer at standa uppá spæl á áskoðaraplássinum eisini (Mynd: Bjartur Vest)

Bæði kunnu gerast brak: Kanska ikki tann penasti fótbólturin, serliga í Suðuroynni, men spenningur og helst eisini undirhald verða, nú so at siga alt verður uppá spæl.

Sí eisini: Beinleiðis stríð um 4. plássið í morgin

FM1 sigur frá bæði við Stóra (17.30) og í Gundadali (15.00). Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder